Beschreibung
Til umrøðu er fyribrigdið dygd, sum grikkar róptu areté. Menon vil vita, hvussu ein ognast henda førleika, Sokrates vil heldur tosa um, hvat dygd er. Fyri ein part tala teir tvørtur við hvørjum øðrum, tí Menon fatar dygd sum førleikan at koma sær fram í politikki ella fáa vald og ríkidømi, meðan Sokrates fatar hana sum eitt etiskt virði: tað góða, góðsku.
Sum dialogurin buktar seg avstað, koma nýggj og forkunnug evnir undan kavi. Gitin er Sokratesar hugsan um ta ódeyðaligu sálina og um, at øll læring í roynd og veru er endurminning. Hann prógvar sítt ástøði við at lata trælin - á sera elegantan hátt - loysa eina geometriska uppgávu. Undir hesi uppgávu býr vitanin um tey irrationellu tølini, sum ein av næmingum Pýthagorasar skal hava uppdagað.
MENON er annar dialogurin eftir Platon, sum forlagið Náttsólin gevur út. Týðing og viðmerkingar eru eftir Hanus Kamban.