Menon

Menon

Оценок пока нет
2014 · Фарерский · Мягкая обложка · 183 editions
Добавить на полку

Оценить эту книгу


Экспортировать журнал книг

Описание

Samrøðan fer fram í Athen ein góðan várdag í árinum 402 fyri okkara tíðarrokning. Teir, sum skifta orð, eru Menon, ein blaðungur aðalsmaður úr Thessalia, og Sokrates, nú um 68 ár. Hjástaddir eru ein part av tíðini Anýtos, sum Menon býr hjá, og ein av hansara trælum.

Til umrøðu er fyribrigdið dygd, sum grikkar róptu areté. Menon vil vita, hvussu ein ognast henda førleika, Sokrates vil heldur tosa um, hvat dygd er. Fyri ein part tala teir tvørtur við hvørjum øðrum, tí Menon fatar dygd sum førleikan at koma sær fram í politikki ella fáa vald og ríkidømi, meðan Sokrates fatar hana sum eitt etiskt virði: tað góða, góðsku.

Sum dialogurin buktar seg avstað, koma nýggj og forkunnug evnir undan kavi. Gitin er Sokratesar hugsan um ta ódeyðaligu sálina og um, at øll læring í roynd og veru er endurminning. Hann prógvar sítt ástøði við at lata trælin - á sera elegantan hátt - loysa eina geometriska uppgávu. Undir hesi uppgávu býr vitanin um tey irrationellu tølini, sum ein av næmingum Pýthagorasar skal hava uppdagað.

MENON er annar dialogurin eftir Platon, sum forlagið Náttsólin gevur út. Týðing og viðmerkingar eru eftir Hanus Kamban.

Детали книги

Формат Мягкая обложка
Страницы 116 страниц
Язык Фарерский
Опубликовано Jan 1, 2014
Издатель Náttsólin
Издания 183 editions
ISBN-13 9789991886138
Добавить на полку

Оценить эту книгу


Экспортировать журнал книг